- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gamla kunngerðin dagførast
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur gjørt uppskotið, tí tað áliggur fyrst og fremst kommununum at týna rottur. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Bjørn Kalsø, tingmanni, ið spurdi um rottutýning.
Búnaðarstovan hevur í ár vent sær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa greiðu á, hvussu ábyrgdin viðvíkjandi rottutýning er býtt og fyri at stinga út kósina í framtíðini.
SÍ EISINI Rottulógin má dagførast
Fiskimálaráðið og Búnaðarstovan halda, at neyðugt er at førleikamenna tvey ella trý fólk og seta av hálvt ella trífjórðings ársverk á Búnaðarstovuni til rottutýningina.
Eisini er neyðugt at hava skeið fyri fólk hjá kommununum, sum fáast við at beina fyri rottum, sigur Høgni Hoydal í svarinum.
Búnaðarstovan útvegar kommununum rottueitur úr Danmark. Rottueitur verður keypt fyri 150.000 til 200.000 krónur um árið.