- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj kanning: Skulu ikki giftast í kirkjuni
Tað er Miðflokkurin, sum hevur gjørt nýggju gallupkanningina, har føroyingar vórðu spurdir, um samkynd skulu sleppa at giftast í kirkjum í Føroyum.
Meirilutin av teimum spurdu halda ikki, at samkynd pør í Føroyum skulu sleppa inn um kirkjugátt at giftast, er niðurstøðan í spurnakanningini.
Bara fjórðihvør sigur »ja«
66 prosent av teimum spurdu siga seg ikki taka undir við, at samkynd skulu kunna giftast í kirkju, 27 prosent eru fyri, og átta prosent siga seg ikki vita.
Í kanningini verður eisini spurt, um fólk taka undir við at tvey av sama kyni skulu kunna ættleiða børn. 46 prosent av teimum spurdu siga seg taka undir við tí, meðan 44 prosent eru ímóti.
Gallup gjørdi kanningina fyri Miðflokkin, tíðarskeiðið 3. til 18. oktober. 529 fólk vórðu spurd.