Gamla kunngerðin verður nú broytt

Gamla kunngerðin verður nú broytt
14 ára gamlar lógarbroytingar koma nú í kunngerðina um Barsilsskipanina frá 2001, sum skal broytast
 
15.11.2016 - 08:42

Kunngerðin um, hvussu Barsilsskipanin skal umsitast, verður nú broytt, so 14 ára gamlar lógarbroytingar koma í kunngerðina, sum er frá 2001, - sama ári, sum lógin kom.

Samferðslumálaráðið hevur sent broytingarnar í kunngerðini til hoyringar. Í 2002 varð lønarhámarkið í Barsilsskipanini lækkað úr 35.000 krónum niður í 25.000 krónur.

Men í kunngerðini, sum sigur, hvussu Barsilsskipanin skal umsitast, stendur framvegis 35.000 krónur. Ein onnur broyting, sum varð gjørd í lógini fyri 14 árum síðani, kemur nú eisini í kunngerðina. 

Munur á barsilstíðini í lógini og kunngerðini

Til 2002 gav lógin tímaløntum rætt til at brúka lønina bestu seks mánaðir av teimum 12 seinastu sum útrokingargrundarlag. Hetta varð strikað í lógini í 2002 og skal nú eisini strikast í kunngerðini.

Kunngerðin verður eisini rættað sambært pensjónslógini, sum sigur, at øll skulu hava eftirlønarkontu. Eftirløn verður rindað av barsilspengum.

Eisini viðvíkjandi barsilstíðini fyri føðing er munur á lóg og kunngerð. Lógin sigur átta vikur, kunngerðin 13. 

Kunngerðin sigur eisini, at arbeiðsgevarar fáa endurgoldið frítíðarløn og frítíðarískoyti frá Barsilsskipanini. Tað fáa teir ikki. Teir fáa bara fyri arbeiðsmarknaðargjøldini fyri tey, sum er í barsilsfarloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV