Vága kommuna fær nýggjan borgarstjóra

bannari
Vága kommuna fær nýggjan borgarstjóra
Nýggi listin og Borgaralistin hava skipað samgongu
Eyðdis Hartmann Niclasen verður nýggjur borgarstjóri í Vága kommunu
Mynd: Mynd av Facebook-vanga  
 
10.11.2016 - 11:04

Býráðið í Vága kommunu hevur skipað seg, og kommunan fær nýggjan borgarstjóra. 

Samstarvsavtala er gjørd millum Nýggja listan og Borgaralistan. 

Eyðdis Hartman Niclasen verður borgarstjóri, og Rósa Samuelsen verður varaborgarstjóri.

Eyðdis Hartmann Niclasen er vald Nýggja lista, og hon fekk 55 atkvøður.

Nevndarsessirnir verða býttir soleiðis, at Borgaralistin fær formannin í mentanar- og trivnaðarnevndini, og Nýggi listin fær formanssessin í teknisku nevnd, vinnunevndini og fíggjarnevndini. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109