- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javnaðarflokkurin fingið bjóðað borgarstjóran
Javnaðarflokkurin fingið bjóðað borgarstjóran
Fólkaflokkurin hevur bjóðað Javnaðarflokkinum borgarstjórasessin í Klaksvík. Sitandi samgongan situr í løtuni á fundi
09.11.2016 - 11:07
Jógvan Skorheim, sum hevði eitt gott val, segði annars, at samgongan millum Nýggja Sjálvstýri, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi fór at halda fram, men nú sigur Norðlýsið, at Fólkaflokkurin hevur bjóðað Javnaðarflokkinum borgarstjórasessin.
- Ja, vit hava bjóðað Javnaðarflokkinum eitt samstarv, men tey siga, at tey hava lovað sitandi meirluta at hava eina samráðing. Tey møtast fyrst og síðani taka vit tað harfrá," sigur Gunvá við Keldu úr Fólkaflokkinum við in.fo
Sitandi samgongan í Klaksvík skuldi hittast á fund klokkan 10, skrivar Norðlýsið á heimasíðuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV