- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri í Havn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2016-11-09_at_20.45.26_0.png?itok=3kHHnygT)
Blekkið var ikki meira enn gott og væl tornað á semjuni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um at skipa samgongu eftir býráðsvalið í Havn í gjár, so hálsaði Fólkaflokkurin um og skipaði samgongu við Tjóðveldi og Framsókn.
Afturfyri fær Fólkaflokkurin borgarstjóran, og Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu á nýggjárinum.
Teir tríggir flokkarnir hava havt tíðndafund um nýggju samgonguna.
Tjóðveldi, sum fekk fýra býráðslimir á valinum í Havn i gjár, er størsti flokkur í samgonguni, og flokkurin fær formansskapin í øllum nevndum uttan vinnunevndini. Fólkaflokkurin fær formanssessin í vinnunevndini og borgarstjóran.
Gunvør Balle í Tjóðveldi, sum er nývald, verður varaborgarstjóri. Hon sigur, at veljarin hevur valt kvinnur og tjóðskaparflokkar.
Á tíðindafundinum segði Annika Olsen, at hon ætlar at gera eina langtíðar íløguætlan fyri kommununa, og ætlanin er eisini at lækka skattin millum eitt hálvt og eitt prosent í valskeiðnum.
Nýggja býráðssamgongan fer harumframt at raðfesta eldraøkið, varð upplýst á tíðindafundinum.