- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dimmustjórin lagt frá sær
Dimmustjórin lagt frá sær
Sveinur Tróndarson hevur lagt frá sær sum stjóri á Dimmalætting
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sveinur.jpg?itok=yFFLUrVg)
08.11.2016 - 14:07
Tað váttar hann fyri útvarpinum í dag.
Sveinur Tróndarson vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið, men viðgongur, at Dimmalætting hevur fíggjarligar avbjóðingar í løtuni m.a. tí blaðið hevur mist nógvar lýsingar. Hann leggur frá sær fyri at loyva øðrum framat at føra fyritøkuna víðari, sigur Sveinur Tróndarson við útvarpið í dag. Hann gavst á Dimmalætting fríggjadagin.
Sambært Skráseting Føroya, so fór Sveinur Tróndarson frá sum stjóri í PF Dimmalætting í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV