- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurlond styrkja útbúgvingarsamstarv
Norðurlond ætla at verða tey fyrstu í Evropa, sum góðkenna øll prógv hjá hvørjum øðrum, staðfestu norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir í felags yvirlýsing í Keypmannahavn í vikuni.
Tað merkir, at tað í framtíðini verður lættari hjá fólki í Norðurlondum at flyta millum londini fyri at arbeiða og lesa, og eisini at fáa atgongd til útbúgvingarstøð og størv í ES.
Hinvegin merkir tað eisini, at tað verður lættari hjá útlendingum at taka hægri útbúgvingar í Føroyum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, við Skúlablaðið.
Samstarv byrjaði í 2004
Tey átta Norðurlondini hava síðani 2004 samstarvað á útbúgvingarøkinum um at skipa mannagongdir fyri at góðkenna prógv hjá hvørjum øðrum, sambært blaðnum.
Við nýggju avtaluni er ætlanin, at góðkenningar skulu verða sjálvvirkandi. Tað vil siga, at tá eitt land hevur góðkent eitt prógv, verður tað sjálvvirkandi førleikagevandi í hinum londunum.
Tey átta Norðurlondini eru Føroyar, Danmark, Grønland, Ísland, Noreg, Finnland, Svøríki og Áland.