- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvisstovan vunnið prinsipielt mál
Umhvørvisstovan hevur vunnið eitt sakarmál í Landsrættinum móti Tórshavnar kommunu um gjald fyri matrikuler arbeiði í sambandi við eina stóra útstykking í Hoyvík.
Málið er prinsipielt og staðfestir, at matrikulgjøld eru lóglig og prísásetingarnar hjá Umhvørvisstovuni eru sakligar, sigur Ronnie Thomassen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.
Tórshavnar kommuna noktaði at gjalda rokningina og segði, at heimild ikki var fyri at taka slík gjøld. Í øðrum lagi varð sagt, at rokningin var alt ov stór.
Føroya rættur somu niðurstøðu
Umhvørvisstovan stevndi kommununa eftir gjaldinum, og fekk viðhald í Føroya rætti. Tórshavnar kommuna legði málið fyri landsrættin, sum í gjár kom til somu niðurstøðu.
Í grundgevingunum fyri dómin sigur Landsrætturin millum annað, at gjøldini hvørki eru í stríð við grein 43 í grundlógini ella grein 41 í stýrisskipanarlógini, um beinleiðis og óbeinleiðis skatt, og at tey hava heimild í kunngerðini um gjøld eftir matrikullógini.
Somuleiðis varð staðfest, at rokningin fyri tað ítøkiliga málið var bæði rímulig og saklig. Kommunan varð dømd at gjalda rokningina og sakarmálskostnaðin hjá Umhvørvisstovuni.