Nýggj bíleggingarskipan dregur út

Nýggj bíleggingarskipan dregur út
Strandferðslan hevur útsett eina nýggja bíleggingarskipan á skopunarleiðini. Fyribils í tveir mánaðir
Ein nýggj bíleggingarskipan, sum skuldi takast í nýtslu á skopunarleiðini í gjár, er fyribils útsett til ársskiftið
 
02.11.2016 - 09:55

Strandferðslan segði fyrr í ár, at bíleggingarskipanin til Teistan skuldi verða klár 1. november í ár, men nú vit hava 2. november staðfestir Strandferðslan, at hetta ikki verður so.

Arbeitt hevur verið við skipanini í eina tíð, og krøvini til skipanini og hvussu hon skal virka, eru um at verða fastløgd, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni. 

Tað er í samband við hetta arbeiðið, at Strandferðslan staðfestir, at arbeiðið við skipanini fer at verða drúgvari enn higartil mett.

Strandferðslan miðar ístaðin eftir, at nýggja bíleggingarskipanin til Teistan á farleiðini um skopunarfjørð skal verða klár um ársskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV