- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samband ikki millum fólkaminking og ferðaætlan
Samband er ikki millum minkandi fólkatalið í Hesti og tær broytingar, Strandfaraskip landsins hava gjørt í ferðaætlanini gjøgnum árini.
Tað sigur Strandferðslan í kjalarvørrinum á fráboðanini, Útoyggjafelagið sendi út, har felagið sigur ferðasambandið vera orsøk til minkingina.
- Tað er ikki vantandi sigling, sum er orsøk til fólkaminkingina, eitt nú í Hesti, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sambært ssl.fo
Orsøkin ikki so einføld
Í 2001, tá 51 fólk búðu í Hesti, vórðu sigldir 19 túrar um vikuna. Hóast Strandferðslan sigldi 22 túrar um vikuna til 2011 minkaði fólkatalið, sigur Strandferðslan.
Tískil ber ikki til at siga, at tað eru broyrtingar í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni, sum eru grundin til minkandi fólkatalið í oynni, sambært stovninum.
- Fólkaminkingin má síggjast í einum breiðari høpi enn bara hyggja at farleiðunum, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins.