Stjórnarskipan eitt »gott hugskot«

bannari
Stjórnarskipan eitt »gott hugskot«
Tað er skilagott at formalisera viðurskiftini millum Grønland og Danmark við einari grønlendskari stjórnarskipan, sigur føroyskur fólkatingsmaður
 
31.10.2016 - 16:39

Tað er avgerandi, at breið undirtøka er í Landstinginum fyri grønlendsku stjórnarskipanini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sambært KNR.

Tað er skilagott at formalisera viðurskiftini millum Grønland og Danmark, heldur Sjúrður Skaale, annar av føroysku fólkatingslimunum.

Breið undirtøka má til

Tað er umráðandi, at fáa breiða undirtøku í grønlendska Landstinginum, sambært Sjúrði Skaale, skrivar grønlendska kringvarpið á heimasíðuni.

- Tú kann ikki kroysta nakað ígjøgnum við einum lítlum meirluta. Tað má verða okkurt, har øll kenna seg heima, sigur Sjúrður Skaale við KNR.

- Tað skal vera ein stjórnarskipanartekstur, har bæði loysingarfólk og sambandsfólk kenna seg heima, sigur føroyski fólkatingsmaðurin.

Ivast í virðinum

Søren Espersen, framsøgumaður hjá Dansk Folkeparti, dugir ikki at síggja, hvat ein grønlendsk stjórnarskipan skal brúkast til beint nú.

- Hon kann gott liggja í skuffuni, men hon hevur onki virði fyrrenn í tí løtu Grønland hevur havt eina fólkaatkvøðu um loysing, sigur Søren Espersen .

Framsøgumaðurin hjá Dansk Folkeparti heldur ikki, at orsøk er til at noyða nakað ígjøgnum, sum støðan er í løtuni, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109