Skal knýtast upp í tunnilin

Skal knýtast upp í tunnilin
Útoyggjafelagið mælir til, at Hestur verður knýttur upp í Sandoyartunnilin. Felagið hevur nú sent politikarunum áheitan
Sandoyartunnilin skal eisini koma upp í Hesti, heldur Útoyggjafelagið, sum hevur sent landsstýrismanninum í samferðslumálum opið bræv
 
31.10.2016 - 08:02

Útoyggjafelagið mælir eisini til, at eitt skip, sum bæði kann taka bilar og farm, verður sett í sigling út í Hest, til undirsjóvartunnilin er tikin í nýtslu. 

Ferðaætlanin skal tryggja, at tað ber til at ferðast tíðliga á morgni, mitt á degi og um kvøldið. 

SÍ EISINI Tunnil til Hestoynna ger ikki ørskapin størri

Útoyggjafelagið hevur sent Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, og øllum løgtingslimum opið bræv um hestleiðina.

Felagið vísir á, at fólkatalið í Hesti minkaði meira enn 51 prosent frá 2003 til 2013, og sama tíðarskeið er miðalaldurin hækkaður úr 43 upp í 63 ár.

SÍ EISINI Hestur fær ongan tunnil

Ein stór orsøk til hesa støðuna er ferðasambandið, sigur Útoyggjafelagið. At tænastustigið lækkar er við til at skapa eina negativa gongd. 

Samferðsluráðið og Løgtingið eiga at taka stig til at loysa trupulleikan á hestleiðini. Hestur kann ikki verða offrað fyri eina aðra farleið. 

Báðar farleiðirnar skulu vera nøktandi, sigur Útoyggjafelagið millum annað í skrivinum til landsstýrismannin í samferðslumálum og Løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV