Kanna um siglingarlógin varð brotin

Kanna um siglingarlógin varð brotin
Sjóvinnustýrið fer at kanna, um strandfaraskipið, Jósup, breyt lógina, tá báturin sigldi meira enn 80 fólk um Nólsoyarfjørð fríggjadagin
Sjóvinnustýrið fer at kanna um tað var brot á siglingarlógina tá Jósup sigldi við ov nógvum ferðafólkum til Nólsoyar fríggjadagin. Um so er, skal málið leggjast fyri fútan
 
26.10.2016 - 11:52

Fríggjadagin hevði Jósup 84 ferðafólk úr Havn til Nólsoyar, men báturin er bara góðkendur til 70 ferðafólk um veturin. Tað vil siga, at Jósup hendan dagin hevði 14 ferðafólk ov nógv við.

Nikolaj Falck var eitt av teimum 84 ferðafólkunum á túrinum fríggjadagin, og hann kendi seg ikki tryggan. Tí taldi hann øll ferðafólkini við Jósupi hendan dagin, til samans 83-84 fólk.

SÍ EISINI Ferðandi: Fólk kendu seg ótrygg

Av tí at Ternan, sum vanliga siglir á leiðini, er á beding, hevði Strandfaraskip landsins ein leigubát, Jósup, inni ístaðin fyri Ternuna.

Jósup hevði til 1. oktober loyvi at hava 88 ferðafólk umborð á leiðini. Men frá 1. oktober til 31. oktober hevur báturin bara loyvi at hava 70 ferðafólk umborð.

Leigubáturin, sum sigldi, hevði tó bjargingarútgerð til øll 84 ferðafólkini, sum vóru við fríggjadagin, verður sagt á Strandfaraskipum landsins.

SÍ EISINI SSL: Eigur ikki at koma fyri

- Hendingin var ein misskiling. Mannagongdirnar eru broyttar so tað ikki endurtekur seg, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, við útvarpið

Men tað kann fáa avleiðingar fyri Strandfaraskip landsins og eisiniu fyri leigubátin Jósup, at hendan misskiling hendi fríggjadagin.

Óvist hvørjar avleiðingar málið fær

Sjóvinnustýrið, ið hevur ábyrgdina fyri føroyska regluverkinum, fer nú at kanna málið, sigur Hans Johannes á Brúgv, forstjóri í Sjóvinnustýrinum, við útvarpið.

- Um Jósup hevði ov nógv fólk umborð, er hetta brot á siglingarlógina. Sostatt verður málið lagt fyri fútan, segði forstjórin við útvarpið týskvøldið.

Hans Johannes á Brúgv dugir tó ikki at siga, hvørjar ítøkiligar avleiðingar málið fær, um tað verður staðfest at siglingarlógin varð brotin fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV