- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesiveik biðja um pengar
Játtanin er í ár 1,6 millión krónur, og felagið væntar, at tað fer at tátta í, nú tað líður á heystið, og tí eigur játtanin ikki at verða skorið niður í 1,4 millión næsta ár, sigur felagið.
Felagið undrast eisini á grundgevingarnar fyri at lækka játtanina, Har stendur, at arbeiðið við lesi- og skriviveikum er ein partur av virkseminum hjá fólkaskúlanum.
- Hetta tykist vera ein margháttlig grundgeving, skrivar felagið í áheitanini til fíggjarnevndina. Tí einir tríggir fjórðingar av virkseminum hjá Felagnum fyri lesi- og skriviveik er fyri næmingar uttan fyri fólkaskúlan og lutvíst heilt uttan fyri skúlaskipanina.
Fleiri næmingar á bíðilista
Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur undirvísing fyri lesi- og skriviveikum og orðblindum. 14 serlærdir lærarar á økinum eru knýttir at undirvísingini.
Har koma um 50 næmingar hvørja viku, sum koma í styttri og longri tíð og hava tørv á undirvísing, til lærarar og næmingar. Nú er næmingatalið 59.
Men av tí at tey eru komandi og farandi er talið fyri alt árið nógv hægri. Í løtuni eru eini 20-25 næmingar á bíðilista, skrivar felagið fyri lesi- og skriviveik.