- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera møguligar dagføringar
Síðani 2012 hevur politiið, sum útflýggjar pass, kravt talgilt fingramerki, men løgregluni vantar heimild at krevja serligt gjald fyri at gera hetta.
Gjaldið er 25 krónur, og broytingin í passlógini skal veita politinum heimildina at krevja gjaldið. Seinastu fýra árini hava í miðal 6.300 føroyingar fingið nýtt pass um árið, vísa hagtøl hjá løgregluni.
Umframt serliga gjaldið fyri fingraprentið, so kostar eitt pass til vaksin 600 krónur, pensjónistar, sum eru fyltir 67 ár, rinda 350 krónur, og børn undir 18 ár rinda 115 krónur.
Lógin í Danmark regluliga dagførd
Passlógin, sum er galdandi í Føroyum, hevur ikki verið dagførd í fleiri ár. Tað eru gjørdar seks lógarbroytingar í Danmark í tíðarskeiðnum 1999 til 2013, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar.
Løgmaður, sum hevur borið ríkislógartilmælið í tingið, sigur í viðmerkingunum, at passið er eitt týðandi skjal fyri at kunnu vátta sín samleika
SÍ EISINI Passlógin verður dagførd
Tí eigur hendan lóggáva at verða dagførd regluliga, so at vit ikki koma í eina støðu, har tað kunnu verða settir spurningar við okkara pass.
Ein broyting í passlógini er kortini ikki við í hesum uppskotinum. Hon snýr seg um at styrkja átøkini móti rekruttering til vápnað stríð uttanlands, serliga í Sýria og Irak.
Landsstýrið: Donsk broyting var ikki neyðug
Tann lógarbroytingin kom í gildi í Danmark fyri at heimila politinum at nokta einum persóni at fáa pass ella at draga pass inn í ávísa tíð, um orsøk er at halda, at viðkomandi fer at verða við í virksemi uttanlands, sum kann vera til vanda fyri trygdina í Danmark.
Eisini fekk politiið heimild at seta ferðabann, sum merkir, at ein persónur kann fáa forboð fyri at fara úr Danmark í ávíst tíðarskeið.
Landsstýrið hevur hildið, at hendan lógarbroytingin ikki er viðkomandi at seta í gildi í Føroyum, av tí at vit ikki hava trupulleikar við radikaliseraðum ungdómum í Føroyum, stendur í viðmerkingunum.