- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundraðtals bilar kunnu missa pláturnar
Hundraðtals bilar kunnu missa pláturnar
Akstovan hevur latið løgregluni 359 mál um vegskatt, sum fólk ikki hava goldið
18.10.2016 - 14:41
Politiið fer nú at klippa 359 nummarplátur hjá fólki, sum ikki hava goldið vegskatt, skrivar Akstovan á heimasíðuni.
Akstovan læt í gjár løgregluni 359 mál um fólk, sum ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2016 enn.
Einasti máti at sleppa undan at missa nummarplátuna er, um eigarin kann vísa kvittan fyri, at skatturin er goldin. Annars tekur løgreglan plátuna av akfarinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV