- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gransking av dálking í havinum samskipast betur
Tað halda Súrður Hammer, granskari og fleiri altjóða granskarar við honum, í eini grein, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum "Analytical Methods" Tað er "Royal Society of Chemistry" ið gevur út tíðarritið.
Tað finnast nú 690 ymisk sløg av størri havdjórum, har tað er staðfest, at tey eta plast. Frá tí minsta sjófuglinum til størstu hvalirnar er tað greitt, at plastik í sjónum er ein vaksandi globalur trupulleiki. Men líka síðan ljós av álvara varð varpað á hendan trupulleikan fyri 20 árum síðani, hevur lítil og eingin samskiping verið ímillum einstakar verkætlanir, sum hava kannað hendan trupulleikan.
Vansin við hesum er, at granskarar runt heimin hvør í sínum lag gera egnar mannagongdir, og tá gerst tað trupult at gera objektivar samanberingar ímillum ymisk økir, djórasløg ella tíðarskeið, og somuleiðis gerst tað trupult at meta um, hvussu stórur globali trupulleikin er.
Tilmæli
Hetta er avbjóðingin, sum Sjúrður Hammer og granskarar úr Kanada, Ný Sælandi, Avstralia, Bretlandi og Hollandi vilja gera upp við. Við støði í tí gransking, sum er gjørd av plasti í sjófugli, millum annað eisini í Føroyum, leggur greinin fram nøkur tilmæli til standardisering av, hvussu plast í havdjórum skal rapporterast.
Greinin og tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá Royal Society of Chemistry. Ein leinkja til greinina er á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, gransking.fo.