- Tíðindi, mentan og ítróttur
CT-hjartaskanning verður tøk í Føroyum
Hjarta-CT-skanningar eru í fleiri ár gjørdar uttanlands, og nú er so ætlanin, at hesin kanningarhátturin skal verður tøkur í Føroyum.
Landssjúkrahúsið fer í samstarvi við Bispebjerg Hospital at fremja CT hjartaskanningar, ið eru serliga væl egnaðar at útiloka æðrakálking hjá sjúklingum undir illgruna fyri hjarta-æðrasjúku. Tað skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.
Áður hevur í fleiri førum verið neyðugt at senda allar sjúklingar, ið hava havt viðkomandi sjúkutekin, avlandinum at gera kanningar av krans-æðrunum.
Við nýggja kanningarháttinum, har CT skanning verður framd av hjartanum, fer at vera gjørligt neyvt at síggja kransæðrarnar og tískil betur vita, hvørt tørvur er á, at senda sjuklingar uttanlands til víðari viðgerð.
Fólk frá Bispebjerg Hospital vóru í Føroyum fyrr í mánaðinum og lagt lag á hjá hjartalæknunum á Landssjúkrahúsinum og røntgen-starvsfólki.