Gera mun á fólki

Gera mun á fólki
Landið og kommunurnar gera mun á fólki, sum ikki sleppur til arbeiðis fyri veður, sigur Starvsmannafelagið
 
14.10.2016 - 07:54

Tey, sum arbeiða hjá kommununum, fáa ikki løn, tá tey eru veðurføst heima við hús ella á veg til arbeiðis. Starvsfólk hjá landinum missa ikki lønina.

Tey, sum arbeiða hjá landinum, fáa, tá alt alment ferðasamband er steðgað fyri veður, kortini løn fyri dagin.  Hetta stendur tó ikki í sáttmálanum, Starvsmannafelagið hevur við Lønardeildina. 

Reglugerð ikki í gildi hjá kommunum

Landsstýrið setti av sínum eintingum regluna í gildi 6. mars í 1992. Men hesa reglu hava kommunurnar ikki.

Har skulu tey, sum ikki sleppa til arbeiðis fyri veður, annaðhvørt skráseta dagin sum frítíð ella verður dagurin drigin frá í lønini.

Starvsmannafelagið hevur havt málið við til sáttmálasamráðingar. Felagið hevur eisini spurt Kommunala arbeiðsgevarafelagið, men einki er komið burturúr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV