- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fá fluttu í august
Seinastu nógvu árini er afturstigið í fólkatalinum 250 til 300 fólk, tí so nógv fluttu av landinum í august. Men í ár er bara talan um 166 fólk, upplýsir Hagstovan.
Samstundis fluttu fleiri til Føroya í august enn árini frammanundan. August er stóri fráflytingarmánaðurin, tí tá fara fólk uttanlands at lesa
SÍ EISINI Størsta tilflyting í 14 ár
702 fólk fleiri vóru í Føroyum 1. september í ár enn 1. september í fjør. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðan 2001, skrivar Hagstovan.
Stóra broytingin í fólkatalinum kemst í høvuðsheitinum av, at færri flyta úr Føroyum. 49.615 fólk búðu í Føroyum 1. september í ár.
Við hetta lag fer fólkatalið í Føroyum upp um 50.000 tíðliga næsta ár, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.