Onnur vóru eisini áhugað

Onnur vóru eisini áhugað
Onnur útlendsk flogfeløg enn SAS hava havt áhuga fyri Føroyum. Niðurlendska KLM kannaði møguleikan at flúgva millum Amsterdam og Vágar
Onnur útlendsk flogfeløg enn SAS hava havt áhuga fyri Føroyum, skrivar check-in.dk
 
12.10.2016 - 08:04

Bretska BMI Regional var komið langt við ætlanini um at flúgva millum Aberdeen og Vágar. Check-In.dk var fyrsti miðilin, sum hevði tíðindini um, at SAS síðst í mars næsta ár fer at flúgva til Føroya.

Sambært Check-In.dk fara Airbus flogførini hjá SAS, sum koma til Føroya, ikki at hava framkomnu navigasjónsskipanina, sum flogførini hjá Atlantic Airways hava.

Skipanin ger tað gjørligt hjá flogførunum at seta seg í ringum sýni. Men flogskipararnir hjá SAS, sum skulu flúgva til Føroya, fáa serliga venjing, skrivar Check-In.dk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372