- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalstjóri leyp framav
Aðalstjórin í Heilsu- og innlendismálaráðnum viðgongur nú, at hon leyp fram av, tá ið hon sendi ætlanarskriv um uppsøgn til ein deildarstjóra, ið seinni var flutt á Umhvørvisstovuna.
Deildarstjórin fekk onga formliga ávaring áðrenn hon varð hótt við uppsøgn og burturvísing. Tí var Heilsu- og innlendismálaráðið noytt at flyta deildarstjóran í staðin fyri at siga hana úr starvi.
Tað vóru fleiri ymisk viðurskifti, sum førdu til eina kúvending í starvsfólkamálinum um Anni á Hædd, deildarstjóra, so hon brádliga í august varð flutt í nýtt starv í staðin fyri at verða søgd úr starvi.
Tað løgfrøðiliga vigar tungt
Tað skrivar Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum, í frágreiðing til Løgtingsins umboðsmann, sum útvarpið hevur fingið hendur á.
Ein orsøk millum fleiri hevur serliga løgfrøðiliga tyngd. Deildarstjórin fekk onga formliga ávaring frammanundan. Tað er sera óvanligt ikki at geva formliga ávaring áðrenn farið verður undir uppsagnartilgongd, og tí stóð Heilsu- og innlendismálaráðið í eini óhepnari støðu løgfrøðiliga.
Út frá hesum var rættast at kanna møguleikarnar fyri at finna nýtt starv til deildarstjóran í staðin fyri at siga hana úr starvi, skrivar aðalstjórin.
Ikki samsvar millum frágreiðingar
Aðalstjórin viðgongur soleiðis óbeinleiðis, at hon leyp fram av, tá ið hon sendi sera hvassa ætlanarskrivið til deildarstjóran, uttan at hava sent ávaring frammanundan.
Hetta sæst eisini aftur í frágreiðingini til Løgtingsins umboðsmann, sum als ikki samsvarar við frágreiðingina til deildarstjóran í ætlanarskrivinum. Til Løgtingsins umboðsmann skrivar aðalstjórin, at:
"Trupulleikin í hesum málinum var, sum tað framgongur í ætlanarskrivinum, at landsstýriskvinnan og undirritaða høvdu mist álitið á, at deildarstjórin kundi røkja starvið á nøktandi hátt."
Verjin: Vit hava góð kort
Hetta er tó ein sera bleyt útgáva av tí frágreiðing, sum deildarstjórin fekk í upprunaliga ætlanarskrivinum, tá ið hon varð ákærd fyri "grovt ólýdni og álitisbrot", tá ið hon fekk at vita, at aðalstjórin og landsstýriskvinnan høvdu mist alt álit á henni, og tá ið hon varð hótt við burturvísing.
Aðalstjórin sigur eisini ósatt í frágreiðingini til Løgtingsins umboðsmann, tí tað stóð ikki í ætlanarskrivinum, at álit ikki var á, at deildarstjórin kundi røkja starv sítt á "nøktandi hátt." Í ætlanarskrivinum stendur, at aðalstjórin og landsstýriskvinnan høvdu mist "alt" álit.
SÍ EISINI Umhugsar at fara upp í málið um starvssetan
Verjin hjá Anni á Hædd, Christian Andreasen, sigur við útvarpið, at hann visti, at tey høvdu góð kort í hondini, tí ógvisliga reaktiónin hjá aðalstjóranum samsvaraði ikki við mistakið, deildarstjórin hevði gjørt, tá ið hon sendi ein teldupost um havnarútbygging út ov tíðliga.
Anni á Hædd stóð tí í sera sterkari støðu løgfrøðiliga. Formligi arbeiðsgevarin hjá aðalstjóranum, Løgmansskrivstovan, kom í august mánaða upp í málið, og bjóðaði Anni á Hædd nýtt starv í einum stovni undir Løgmansskrivstovuni. Men Anni á Hædd tók ikki av.
Umboðsmaðurin fer ikki víðari við málinum
Í staðin upplýsti hon mótpartinum, umvegis advokatin, at hon varð sinnað at gera eina semju um, at hon fór úr starvi sínum sum deildarstjóri fyri at taka við starvi sum fulltrúi á Umhvørvisstovuni. Hesum eftirlíkaði Heilsu- og innlendismálaráðið.
Løgtingsins umboðsmaður fór fyri nøkrum vikum síðani undir innleiðandi kanningar í starvsfólkamálinum á Heilsu- og innlendismálaráðnum, men sigur seg ikki hava grundarlag fyri at fara víðari, tí eingin klaga er frá fyrrverandi deildarstjóranum.
Útvarpið ætlaði at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um hvørki hon ella aðalstjórin vistu av, at tað er vanligt at senda formliga ávaring áðrenn ætlanarskrivið. Men hon vil ikki gera viðmerkingar til hetta málið.