Trump gevst ikki

Trump gevst ikki
Donald Trump hevur ongar ætlanir um at gevast við sínum royndum at gerast amerikanskur forseti
Donald Trum gevst ikki við royndunum at gerast amerikansku forseti
Mynd: www.whitehouse.gov  
 
09.10.2016 - 12:49

Tað sigur hann við Washington Post. Hetta hóast fleiri republikanskir og demokratiskir politakarar hava heitt á Donald Trump um at gevast. Hetta hendir í kjalarvørrinum av einari upptøku frá 2005, har Donald Trump er bæði niðrandi og ónærisligur, tá hann umrøður eina ávísa kvinnu.

- Eg gevist ikki. Eg eri ongantíð givin við nøkrum í mínum lívi. Eg gevist ikki í hesum valstríðnum. Eg havi ovurhondsstóran stuðul, sigur Donald Trump við Washington Post.

Trump viðgongur tó, at útsagnirnar, sum nú eru komnar undan kavi, hava volt honum trupulleikar. Tí hevur hann eisini biðið um umbering fyri sínar útsagnir, men hann tvíheldur um, at hann framvegis hevur fólkið aftanfyri seg. - Fólk ringja til mín og siga: tú mást ikki gevast. Satt at siga vita fólk ikki, hvussu nógvan stuðul eg havi í fólkinum, sigur Donald Trump við Washington Post.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946