»Barnabeinin« í søguna

»Barnabeinin« í søguna
Nýggja orðið Barnabeini, sum kom fram undir valstríðnum í fjør, fer nú aftur í søguna. Barnafrádrátturin hækkar ístaðin
Barnabeini, sum kom fram undir valstríðnum í fjør, verður strikaður. Ístaðin hækkar barnafrádrátturin fyri børn yngri enn sjey ár
 
04.10.2016 - 09:11

Ískoytið til smábarnafamiljur - barnabeini - er broytt til, at barnafrádrátturin í 2017 verður hækkaður úr 6.500 upp í 9.200 krónur fyri hvørt barnið niðanfyri skúlaaldur.

Í ár eru játtaðar 2,5 milliónir krónir til Barnabeina, men henda játtanin verður strikað í 2017, sambært fíggjarlógaruppskotinum.

SÍ EISINI Barnabeinin kemur í 2016

Samgongan setti sær í fjør fyri at broyta skeiklaðu aldurs- og kynssamansetingina í Føroyum. Tí skuldu barnafamiljur við lágum og miðal inntøkum, ið hava børn yngri enn sjey ár, fáa stuðul úr landskassanum.

Stuðulin skuldi eggja fólki til at fáa fleiri børn og fáa fleiri fólk at flyta til Føroya. Hálv triðja millión krónur vórðu settar av í fíggjarlógini fyri 2016 til Barnabeinan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946