Turið Arge aftur til Kyndil

Turið Arge aftur til Kyndil
Turið Arge, sum skifti úr Kyndli til VÍF, fer nú aftur at umboða barndómsfelagið
 
03.10.2016 - 12:16

Turið Arge, ið telist millum profilarnar í føroyskum hondbólti, vil sleppa aftur í grønu blusuna. Hon hevur boðað VÍF frá, at hon ikki longur er partur av felagnum í Vestmanna.

Turið Arge spældi bara ein dyst fyri VÍF, tað var ímóti Neistanum, áðrenn hon tók avgerðina.

- Eg vildi royna nakað nýtt, men tað riggaði ikki. Eg havi ásannað, at eg hoyri heima í Kyndli, sigur Turið Arge við Kringvarpið.

Í sátt og semju

Hon leggur afturat, at hon hevur havt tað gott í VÍF, og at tað er í sátt og semju við VÍF-venjaran, Geir Wardum, at hon fer úr felagnum.

Turið Arge fær karantenu, nú hon skiftir felag, og tí kann hon ikki spæla dyst fyri Kyndil fyrr enn 27. oktober. Tá spælir Kyndil ímóti Neistanum.

Kyndil er oddalið í landskappingini. Tær hava vunnið sínar fyrstu tríggjar dystir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856