- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna nú arbeiðsóhapp
Kanna nú arbeiðsóhapp
Arbeiðseftirlitið hevur fólk á Tvøroyri at kanna óhappið á bryggjuni við Varðan Pelagic mikukvøldið
29.09.2016 - 13:51
Ein maður fekk skaða í høvdið seint seinnapartin í gjár, upplýsir politiið. Eitt russiskt skip lastaði vørur frá Varðanum Pelagic.
Í sambandi við hetta arbeiðið kom ein maður av skipinum fyri ein trukk á bryggjuni. Maðurin var á bryggjuni fyri at telja vørupallarnar, sum fóru í skipið.
Maðurin, sum er 30 ára gamal, varð fluttur við tyrlu á Landssjúkrahúsið. Læknarnir hava lagt hann í koma.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV