- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndarsessir skulu tíðaravmarkast
Hetta var orsøkin til, at Leif Abrahamsen, sum í fjórðingsøld hevur verið formaður í Føroyagrunninum, ikki varð valdur aftur, men máttu fara úr nevndini.
Fíggjarmálaráðið skrivaði áðrenn broytingina í nevndini herfyri, at "meirlutin í Føroyagrunninum hevur sitið í stýrinum úr 19 og upp í 24 ár."
"Hetta er ikki í samsvari við góða virkisleiðslu, sum vanliga hevur avmarkingar fyri, hvussu leingi meirlutin í nevndum kunnu sita, fyri at limirnir kunnu metast at vera óheftir."
SÍ EISINI - Eg kenni meg ikki vrakaðan
Eisini vísir Fíggjarmálaráðið á leiðreglurnar í eigarapolitikki landsins, sum landið arbeiðir við. Har stendur um óheftni hjá nevndarlimum, at "fyri at vera óheftur, má viðkomandi nevndarlimur ikki (..) hava verið limur í nevndini í meira enn 12 ár."
Hetta var orsøkin til, at Leif Abrahamsen fór úr nevndini. Ístaðin valdi landsstýrið Anniku Sølvará í nevndina.
Ein onnur broyting var gjørd eisini. Jóhanna á Bergi, sum sat í nevndini frammanundan, varð vald til forkvinna í Føroyagrunninum.