- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgfrøðingar: TAKS hevur tagnarskyldu
Oluf Jørgensen, fjølmiðlaløgfrøðingur á journalistháskúlanum í Aarhus, sigur, at TAKS hevur tagnarskyldu, og upplýsingar um skattamál hjá einkultpersónum og fyritøkum skulu ikki útflýggjast.
- TAKS kann kortini vátta ella avsanna upplýsingar, sum Eik banki ella onnur lata í málinum, sigur hann.
Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sigur tað sama: TAKS hevur ikki rætt til at lata upplýsingar í skattamálinum.
- Tagnarskyldan vigar nógv, nógv meira enn tann stóri almenni áhugin í hesum málinum, sigur Bjørn á Heygum í stuttari viðmerking.
Hava onga viðmerking
Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik, vildi ikki siga Kringvarpinum í gjár, um bankin fer at almannakunngera niðurstøðuna hjá TAKS.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at so leingi málið um skattafrádráttin ikki er liðugt viðgjørt, hevur hon onga viðmerking til, um niðurstøðan eigur at vera løgd alment fram ella ikki.