Undirvísingin í føroyskum heldur fram

Undirvísingin í føroyskum heldur fram
Spariætlan á lærda háskúlanum í Keypmannahavn rakar kortini ikki føroyskt, íslendskt og eskimologi
Jógvan Isaksen sleppur at halda fram at undirvísa í føroyskum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn
 
16.09.2016 - 15:16

Tað fer framvegis at bera til at lesa føroyskt, modernað íslendskt og eskimologi á bachelor- og kandidatstigi  á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Tað boðaði humanistiska fakultetið á lærda háskúlanum í Keypmannahavn frá seinnapartin í gjár.

Ongar lærugreinar á fakultetinum verða spardar burtur.

Lesturin heldur fram

Sostatt halda lærugreinar, eitt nú lestur í eskimologi og artiskum viðurskiftum, og føroyskum og modernaðum íslendskum fram.

Í staðin skal fakultetið spara 60 miljónir krónur í m.a. umsitingini. Fólk verða søgd úr starvi, og lesandi fáa færri vallærugreinar.

Eisini verður stovnurin Nordisk studier og Sprogvidenskab lagdur saman við Nordisk Forskningsinstitut. 

Bæði føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini funnust at spariætlanunum, tá tær komu í ljósmála fyrr í ár. 

Bara eitt starvsfólk undirvísir í føroyskum. Tað er Jógvan Isaksen.

Styrkja ríkisfelagsskapin

Danski undirvísingarmálaráðharrin, Esben Lunde Larsen, segði fyri einum ári síðani, at stjórnin vil styrkja og menna ríkisfelagsskapin. Hann leggur tó dent á, at tað er ikki hansara avgerð, um føroyskt skal verða tilboð ella ikki, segði Esben Lunde Larsen, undirvísingarmálaráðharri, í svari til fyrispurning frá Sjúrði Skaale, fólkatingslimi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717