Fólkið hevur evsta valdið og kann avgera at loysa

bannari
Fólkið hevur evsta valdið og kann avgera at loysa
Einki fer at vera sagt um heimastýrislógina í formælinum til stjórnarskipanina, sum støða skal takast til á fólkaatkvøðu næsta ár
Mynd: savnsmynd  
 
12.09.2016 - 10:26

Tað fer hvørki at verða sipað til heimastýrislógina ella donsku grundlógina í teirri stjórnarskipan, sum nú verður fyrreikað at leggja fyri Føroya fólk á fólkaatkvøðu næsta ár. Á tann hátt væntar samgongan at fáa breiða undirtøku fyri uppskotinum bæði í Løgtinginum og frá Føroya fólki.

Stóra forðingin fyri at tað ikki hevur eydnast at fáa stjórnarskipanina út til fólkaatkvøðu hevur verið, at politisku flokkarnir ikki eru samdir um, hvat skal standa í henni og tá serliga, hvussu Føroyar skulu lýsast stjórnarrættarliga.

Sama søgan í 2011

Soleiðis var støðan eisini, tá seinasta royndin varð gjørd í 2011. Tá var nevndarmeiriluti í Løgtinginum fyri eini orðing, sum segði, at stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk.

Men ta orðingina vildi Tjóðveldi ikki góðtaka, tí eftir floksins tykki lá í hesum ein viðurkenning av heimastýrislógini og grundlógini, ið kundi verið tulkað soleiðis, at Føroyar høvdu viðurkent danskt yvirvald.

Tá uppskotið kom til 2. viðgerð, var meiriluti fyri at koyra tað aftur í grein 25 nevndina, ið hevði viðgjørt málið. Haðani kom tað ikki aftur og fall burtur, tá tingsetan endaði.

Føroya fólk er evsta vald

Nú verður so enn ein roynd gjørd at orða ta stjórnarskipan, sum Føroya fólk skal taka støðu til á fólkaatkvøðu næsta ár.

Og greitt er, at einki fer at standa í innganginum til stjórnarskipanina, sum kann sigast at vísa til ríkisrættarligu støðu Føroya, sum hon er í dag.

Í staðin fer at standa, at Føroya fólk er evsta vald í Føroyum, at Føroya fólk, tá ið tað vil, kann loysa, og at einki vald má takast burtur frá Føroya fólki uttan við samtykki fólksins.

Útvarpssending kemur í dag

Til dømis krevst fólkaatkvøða, um Føroyar skulu geva frá sær vald ígjøgnum limaskap í millumtjóða felagsskapum.

Tað, sum skal skrivast og samtykkjast, áðrenn stýrisskipanin fer til fólkaatkvøðu, verður umrøtt í sendingini "Áðrenn fólkaatkvøðuna um stjórnarskipanina," ið verður send í Útvarpinum í dag klokkan 17:05.

Í sendingini er orðaskifti millum Høgna Hoydal og Helga Abrahamsen, sum báðir sótu í teirri grein 25 nevndini, sum viðgjørdi uppskotið, annar fyri Tjóðveldi og hin fyri Sambandsflokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981