- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyrdi ov skjótt
Koyrdi ov skjótt
Tað hevur verið friðarligt í nátt, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ferdsla.jpg?itok=-Mz-28B3)
11.09.2016 - 10:24
Kl. 1 í nátt fekk politiið fráboðan um, at onkur møguliga framdi herverk á eina gamla niðurlagda kiosk í Miðvági.
Politiið fann ongan í myrkrinum í nátt, men fer at kanna skaðan og málið nærri í dag.
Koyrdi ov skjótt
Kl. 04.10 varð ein maður tikin fyri at koyra ov skjótt Millum Fjarða. Fermátarin hjá politinum vísti, at maðurin koyrdi 118 km/t, og fyri tað fær hann trý ára treytaða frádøming av koyrikortinum.
Bilførarin fær eisini stóra bót og skal harafturat upp til nýggja koyriroynd.
Politiið fekk annars óvanliga nógvar fráboðanir um stormskaðar eftir ringa veðrið fyrranáttina, men tað ávirkar ikki arbeiði nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV