- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyski íverksetarar sleppa aftur at royna seg
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/iverk.png?itok=whCGEiiR)
Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða kappingini Creative Business Cup í Keypmannahavn í November, har meiri enn 60 lond er við.
Creative Business Cup er altjóða íverksetarakapping, tað eru luttakarar úr ymiskum skapandi vinnum, sum kappast. Endamálið er at knýta tað kreativa og vinnuliga saman í verkætlanunum.
Ymiska verkætlanir
Talan er um ymiskar verkætlanir, nakrar eru á hugskotsstøði, og aðrar eru komnar væl ávegis.
Luttakararnir eru Caraffee, InformeNow, Ocean Clean, Undirgrund, Kirvi, Green Growth og Trygdarlás til íspora.
Verkætlanirnar fevna um alt frá matvørum, tøkniligum loysnum til sniðgeving og kunningartøkni.
Vinnarin víðari til kapping í Danmark
Fimm dómarar skulu finna vinnaran, sum umboðar Føroyar í Keypmannahavn.
Dómararnir eru Jóhanna á Bergi, Jan Jakobsen, Beinta Poulsen, Jan Ziskasen og Regin Dalsgaard.
Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Íverksetarahúsið í Klaksvík, Hugskotið í Havn og Vinnuframa.
Tiltakið er ókeypis, og byrjar í morgin kl. 13.