Stjórin flutt Aliumsitingina aftur til Havnar

Stjórin flutt Aliumsitingina aftur til Havnar
Tað var ein politisk avgerð, at Aliumsitingin skuldi flytast til Suðuroyar, men nú hevur Bárður Enni, flutt hana aftur til Havnar
 
10.09.2016 - 18:32

Fyrst var tað ein politisk avgerð.

So var tað ein fyristingarlig avgerð. 

Í 2009 gjørdi Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum av, at aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni skuldi liggja í Suðuroy.

Men nú er politiska avgerðin um at flyta aliumsitingina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni til Suðuroyar, tikin aftur við eini fyristingarligari avgerð.

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni, Bárður Enni, hevur fingið loyvi frá sitandi landsstýrismanni í vinnumálum, Poul Michelsen, at flyta Aliumsitingina aftur til Havnar. 

Tað er niðurstøðan eftir eina kæru, sum kringvarpið hevur fingið innlit í.

Kristina Vilhelm, sum hevur starvast á aliumsitingini tey árini umsitingin var í Vági, kærdi um árskiftið, avgerðina hjá Bárði Enni, um at flyta Aliumsitingina til Havnar.

Hon helt ikki, at tað kundi vera rætt, at stjórin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni kundi broyta eina politiska avgerð um, hvar aliumsitingin skal vera, stendir í skjølunum, sum kringvarpið hevur fingið innlit í.

Men tað kann hann, er niðurstøðan hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Poul Michelsen landsstýrismaður í Vinnumálum heldur, at tað eigur at verða stjórin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni, sum ger av, hvar aliumsitingin hjá starvstovuni er, og tað hevur hann boðað Bárði Enni frá í sambandi við flytingina.

"Avgerðin um at flyta staðsetingina av Aliumsitingini er tí ein vanlig fyrisitingarlig avgerð, sum stjórin sambært leiðslu-rættinum hevur rætt til at taka. Stjórin hevur grundað avgerðina um at flyta staðsetingina á saklig og viðkomandi atlit."  

stendir millum annað í niðurstøðuni hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, sum er undirskrivað av Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinumálum og Bjørgfríð Ludvig, táverandi aðalstjóra í Vinnumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155