Keypa meira um summarið

Keypa meira um summarið
Kortterminalarnir í føroysku handlunum eru munandi heitari um summarið enn um veturin, vísa nýggj hagtøl
Føroyingar keypa munandi meira í føroyskum handlum móti sumri vísa nýggj tøl hjá Elektron
 
05.09.2016 - 09:53

Brúkar tú meira pening í føroysku handlunum um summarið enn um veturin, so ert tú ikki einsamallur. Tað vísa nýggj hagtøl.

Keypihugurin hjá føroyingum er munandi størri um summarið enn um veturin, staðfesta nýggjastu hagtølini hjá Elektron.

Í juni brúktu føroyingar 74 prosent meira pening í føroysku handlunum enn í januar fyrra hálvár í ár sambært tølunum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Til samans brúktu føroyingar í januar 167.791.205 krónur við gjaldkorti í handlunum. Í juni brúktu føroyingar 224.030.842 krónur við korti.

Í januar brúktu føroyingar í miðal 289,66 krónur, hvørja ferð keypt varð við korti í føroyskum handlum. Í juni var miðaltalið 310,86 krónur.

Vøksturin frá vetri til summar fyrra hálvár í ár var støðugur, vísa tølini. Keypihugurin hjá føroyingum vaks støðugt frá vetri til summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946