- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraøkið tungt hjá kommununi
Eldraøkið tungt hjá kommununi
Eldraøkið er orsøkin til, at skuldin hjá Runavíkar kommunu var so stór í fjør. Kommunan skyldar 33.000 krónur netto fyri fólkið
26.08.2016 - 14:39
Tá kommunurnar tóku við eldraøkinum 1. januar 2015, noyddist Runavíkar kommuna av við 28,7 milliónir krónur, tá Ellis- og røktarheimið skuldi keypast inn í Skálafjarðarsamstarvið.
Hesar milliónirnar eru í fíggjarætlanini fyri 2015. Runavíkar kommuna fekk í 2014 loyvi frá Fíggjarmálaráðnum til, at nettoskuldin kundi fara upp um eina álíkning.
SÍ EISINI Kommunurnar sera ymiska nettoskuld
Nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu kundi í 2015 fara 28,7 milliónir krónur upp um eina álíkning. Tað svarar til 1,24 álíkning.
Treytin hjá Fíggjarmálaráðnum var, at nettoskuldin í seinasta lagi 31. desember 2022 er minni enn ella ájavnt við eina álíkning.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV