- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mugu játta meira pening
Mugu játta meira pening
Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum er biðin um at játta 3,1 millión krónur til at kortleggja landgrunnin við Føroyar og Grønland
25.08.2016 - 14:49
Fíggjarnevndin hevur fund í næstu viku. Tá verður umbønin frá stjórnini um fleiri pengar viðgjørd. Ábyrgdin av málsøkinum er flutt frá Uddannelses- og Forskningsministeriet til Energi-, Forsynings- og Klimaministeriet.
Pengarnir verða brúktir til at eyðmerkja landgrunsleiðirnar, ið skulu brúkast í krøvunum til ST um nýggjan landgrunn. Danmark hevur fimm slík krøv, tvey fyri Føroyar og trý fyri Grønland.
Neyðugt er nú at játta fleiri pengar í 2016, so arbeiðið ikki steðgar. Hildið verður eisini, at neyðugt verður at hækka játtanina hálva aðru millión krónur árini 2017-2020.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV