Viðgera uppskotið enn

Viðgera uppskotið enn
Fíggjarnevndin er ikki liðug at viðgera uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at játta Glasi 13,4 milliónir krónur til jarðhita
Fíggjarnevndin viðger enn uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum um at játta Glasi pening til jarðhita
 
24.08.2016 - 08:24

Bill Justinussen, sum er limur í Fíggjarnevndini, er í Grønlandi við Útnorðurráðnum. Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, vil helst hava allar teir føstu limirnar í nevndini við, tá nevndin avgreiðir málið og skrivar álit.

Fíggjarnevndin hevur tí ikki fund aftur fyrr enn mánadagin. Tá ætlar nevndin at hoyra Magna Laksafoss, sum hevur felagið VitOrka.

SÍ EISINI Stríð um hitan til Glasir

Møguliga fær onkur av teimum, sum vóru á fundi við nevndina mánadagin, boð um at koma aftur næsta mánadag. 20 fólk vóru á fundinum hjá Fíggjarnevndini mánadagin.

Tey vóru fyri SEV, Tórshavnar kommunu, Fjarhitafelagið, P/f SMJ, Innlendismálaráðið, Mentamálaráðið, Umhvørvisstovuna, P/f Demich, Glasir og Landsverk. Løgtingsfundur verður ikki aftur fyrr enn fríggjadagin í næstu viku, tann 2. september.

SÍ EISINI Fjarhitin longu umrøddur í 2013

Útnorðurráðið er burturstatt í hesari vikuni. Og frá sunnudegnum til mikudagin verður árligi fundurin millum formansskapin í Fólkatinginum og formansskapin í Løgtinginum. Tann fundurin verður í Danmark.

Sambært lógaruppskotinum hjá Rigmor Dam um jarðhitan hevur málið stóran skund. Í viðmerkingunum um uppskotið stendur, at sera umráðandi er, at Landsverk fær neyðuga heimildina at fara undir jarðhitan síðst í august, fyri at sleppa undan seinkingum í arbeiðinum.

Annars kann seinkingin dýrka byggingina í Marknagili og útseta skúlabyrjanina, sum sambært galdandi tíðarætlan verður í august næsta ár. Pengarnir skulu tó ikki játtast fyrr enn næsta ár, hóast heimildin krevst nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109