- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja um nýggjan grasvøll í Hoyvík
Eykabýráðsfundur skuldi vera um málið týskvøldið. Men sambært in.fo fór málið aftur í Mentanarnevndina, tí Fíggjarnevndin stutt fyri fundin í gjárkvøldið boðaði frá, at málið var ikki búgvið at avgera.
Nýggjar upplýsingar eru komnar um málið. Sambært fundarskránni fyri eykabýráðsfundin var innboðin lisitatión um graslíkið mánadagin í síðstu viku. Fimm feløg vóru boðin við, og trý komu við tilboði.
Landsbyggifelagið kannaði tilboðini fyri býráðið. Niðurstøðan er, at lægsta tilboðið lýkur ikki krøvini í útbjóðingartilfarinum, hini bæði tilboðini eru ov dýr.
Atkvøðugreiðsla bleiv av ongum
Umsitingin hjá býráðnum mælti til at bjóða graslíkið út av nýggjum, og tað gjørdi minnilutin í Mentanarnevndini, Jógvan Arge, eisini.
Men meirilutin í nevndini, Helena Dam á Neystabø, Tróndur Sigurðsson, Sigrun Mohr og Annfinn Brekkstein, mælti býráðnum til at taka av lægsta tilboðnum, sum 2,3 mió. kr. uttan meirvirðisgjald.
Men sambært in.fo varð eingin atkvøðugreiðsla týskvøldið. Kommunan hevur sett av góðar 17,6 milliónir krónur til fótbóltsvøllin í Hoyvík.