Semjan við samgonguna bindur ikki andstøðuna

Semjan við samgonguna bindur ikki andstøðuna
Andstøðan tekur ikki undir við fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Breiða semjan um fiskidagarnar skuldi avmarka skaðan
Seinasta heila fiskiárið fyri 1.januar 2018 byrjar um tvær vikur.
 
18.08.2016 - 13:10

Semjan við samgonguna um fiskidagarnar næsta fiskiár bindir á ongan hátt andstøðuna í framtíðini, siga flokkarnir, sum í gjár gjørdu breiða semju við samgonguna um fiskidagarnar.

Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin mæltu frá at geva nøkrum bólkum eykadagar, og teir halda eisini, at niðurskurðurin í fiskidøgum framvegis er ov stórur.

Men, sum teir sjálvir siga, so gjørdu teir semju við samgonguna fyri at avmarka negativu avleiðingarnar fyri vinnu og samfelag, sum høvdu staðist av førda fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, um hon helt fast við sínar ætlanir.

Gera sær dælt av tíðarfreist

Teir tríggir andstøðuflokkarnir siga, at tað er óheppið, at stórar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap verða lagdar við, tá uppskotið um fiskidagar kemur á ólavsøku, tí so stutt tíð er at viðgera uppskotið. 

Teir siga eisini, at samgongan brýtur prinsippið um at lóggeva í fullum gjøgnumskygni, tí fiskiárið 2015/2016 verður brúkt sum grundarlag fyri, hvussu nógvar eyka dagar skip og bátar kunnu fáa næsta ár.

Hetta verður gjørt, uttan at vinnan kundi fyrireika seg, tí eingin visti av hesum frammanundan.

Alt er í nevnd

Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin siga, at nú er allur framtíðar politikkur parkeraður í nevndum av ymiskum slagi. Tað ber ikki til. Politisku flokkarnir mugu sleppa til samráðingarborðið, ongantíð ov skjótt. 

Nærri vit koma 2018 uttan at hava avgreitt høvuðslinjurnar í nýggju fiskivinnuskipanini, og fleiri slík uppskot sum tað á ólavsøku um eykadagar koma frá landsstýrinum, størri gerst ótryggleikin í vinnuni, siga Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin.

Sonja Jógvansdóttir, sum ikki er í nøkrum flokki, tók eisini undir við semjuni, sum varð gjørd í gjár.

Fólkaflokkurin er einasti flokkur, sum ikki er við í semjuni um fiskidagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480