- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar vænta avlop á fíggjarlógini
Grønlendska landsstýrið væntar at fáa 33 milliónir krónur í avlopi á fíggjarlógini næsta ár.
Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017 varð lagt fram í gjár.
Tað er fyrstu ferð seinastu fimm árini, at avlop er á grønlendsku fíggjarlógini.
Nýtslan skal ikki vaksa
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Randi Vestergaard Evaldsen, segði á tíðindafundi í Nuuk í gjár, at hóast peningur verður til avlops, skal almenna nýtslan ikki vaksa.
Tó hevur landsstýrið sett 40 milliónir krónur av, sum skulu nýtast at samráðast við hinar flokkarnar í landstinginum átøk, ið kunnu skapa vøkstur í samfelagnum, sigur Randi Vestergaard Evaldsen.
Góður fiskaprísur
Høvuðsorsøkin til, at landsstýrið væntar avlop á fíggjarlógini næsta er, at prísurin á rækjum og svartkalva er hækkaður á heimsmarknaðinum.
Tað hevur eisini bøtt um búskaparligu støðuna í Grønlandi, at inflasjónin er minkað, serliga tí oljuprísurin er lækkaður.
Grønlendska landsstýrið ætlar eisini at lækka partafelagsskattin í 2018.