- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivasamt um Føroyanevndin kemur á vitjan
Ivasamt um Føroyanevndin kemur á vitjan
Nógv avboð eru komin, tí fólkatingið hevur fleiri fundir somu dagar, sum nevndin skal til Føroya
02.08.2016 - 09:08
Ivasamt er í løtuni, um Føroyanevndin hjá fólkatinginum kemur til Føroya um tvær vikur, sum annars ætlanin var.
Meirilutin av teimum 29 limunum í Føroyanevndini hjá fólkatinginum teknaðu seg til ferðina hjá nevndini.
Men nú eru nógv avboð komin, sigur formaðurin í Føroyanevndini, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
Orsøkin er, at fólkatingið hevur fundir 15., 17. og 19.august, júst somu dagar, sum Føroyanevndin skuldi til Føroya.
Fólkatingið skal viðgera danska lutin í einum altjóða tiltaki í Libya, har kemisk vápn skulu beinast burtur.
Tingfólk úr átta flokkum í fólkatinginum høvdu ætlað sær við í námsferðini til Føroya frá 14. til 18.august.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV