- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inntøkur frá uppboðssølu til fiskivinnugransking
Tíggjunda hvør króna, sum landið fær fyri fisk, ið verður seldur á uppboðssølu, skal brúkast til fiskivinnugransking.
Tað upplýsir Fiskimálaráðið í ískoytispartinum til røðu løgmans á ólavsøku.
Har stendur, at játtanin til fiskivinnuroyndir og fiskivinnugransking verður nógv økt næsta árið.
Harumframt er ætlanin at marka tíggju prosent av inntøkunum frá uppboðssølu av fiskirættindum til fiskivinnugransking.
Yvirskipaða endamálið er at fáa meira burtur úr fiskinum og menna føroyskar førleikar í øllum liðum í vinnuni.
Higartil hevur landið fingið góðar 57,5 mió. kr. burtur úr royndaruppboðssøluni. 20.000 tons av svartkjafti eru eftir at selja á uppboði.
Ætlanin hjá landsstýrinum er seint í ár at bjóða út arbeiðið at byggja havrannsóknarskip, sum skal vera liðugt í seinasta lagi í 2019.