Vindur upp á seg at brúka tyrluna

Vindur upp á seg at brúka tyrluna
Tyrla verður alsamt meiri brúkt til sjúkraflutning í Føroyum. Talið er fleirfaldað tey síðstu árini
 
19.07.2016 - 11:52

Higartil í ár hevur tyrlan verið líka nógvar sjúkraflutningstúrar úr Sandoy, Suðuroy ella útoygg og sum oftast til Landssjúkrahúsið alt árið í fjør, vísa tøl hjá MRCC.

Tyrlan er blivin meiri og meiri brúkt hvørt árið tey seinastu fimm árini. Í 2015 fleyg tyrlan 50 sjúkraflutningstúrar. Árið fyri fleyg hon 40 ferðir við sjúklingum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Í 2010 fleyg tyrlan 19 ferðir við sjúklingum. Hinir sjúklingarnir, ið skuldu millum oyggjar tað árið, máttu bíða eftir Strandferðsluni. Edward Bjarnason, leiðari á MRCC veit ikki, hví so er.

MRCC og Heilsumálaráðið eru fýra ferðir um árið á fundi um millum annað sjúkraflutningstænastuna. Vaksandi talið av sjúklingum, tyrlan flytir millum oyggjarnar, er eitt mál, ið verður viðgjørt.

Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum hevði onga viðmerking til spurningar hjá útvarpinum um vaksandi nýtsluna av tyrlu til sjúkraflutningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095