Sendi beiggjanum selfi fáar tímar undan atsóknini

Sendi beiggjanum selfi fáar tímar undan atsóknini
Bara fáa tímar undan atsóknini ringdi Mohamed Lahouraiej Bouhlel til beiggja sín, Jaber Bouhlel, í Tunesia
Hesa selfi-myndina sendi Mohamed Bouhlel beiggja sínum, bara fáa tímar áðrenn, hann framdi álopið
 
17.07.2016 - 15:58

Mohamed Bouhlel greiddi beiggjanum frá, at hann var í Nice saman við evropeisku vinum sínum.

Síðandi sendi hann beiggjanum eina mynd av sær, har hann stendur í mannamúgvuni í Nice. 

Ikki øll eru eyðmerkt

Franskir myndugleikar hava ikki enn fingið eyðmerkt 16 av teimum 84 fólkunum, sum lótu lív í álopinum hóskvøldið, skrivar AP.

Myndugleikarnir kenna heldur ikki samleikan hjá einum persóni, sum er innlagdur á sjúkrahús, upplýsir franski heilsumálaráðharrin, Marisol Touraine, í dag.

Enn ein handtøka

Franska løgreglan hevur seinnapartin handtikið ein 22 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava hjálpt Mohamed Lahouraiej Bouhlel at leggja rutuna hetta kvøldið til rættis. Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Men sambært verjanum hjá tí 22 ára gamla manninum, hevur hann kent Mohamed í bara fáar mánaðir, og at eingi verulig prógv eru ímóti honum. 

Í morgun handtók franska løgreglan eina kvinnu og ein mann í sambandi við kanningararbeiðið eftir álopið. Sostatt sita nú átta fólk í varðhaldi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859