Viðgera uttanríkis- og trygdarviðurskiftini aftur

Viðgera uttanríkis- og trygdarviðurskiftini aftur
Fámjinsskjalið skal á fundarborðið, tá danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroya í september
 
12.07.2016 - 16:19

Tað ætlar verturin hjá danska gestinum, Poul Michelsen, landsstýrismaðurin. Danmark brýtur avtaluna frá 2005 um trygdarpolitikk, sigur heimastýrið.

Landsstýrið fekk at vita um ætlanina hjá donsku stjórnini um at senda stríðsflogfør og servandar hermenn til Miðeysturs sama seinnapart sum uttanríkispolitiska nevndin hjá Fólkatinginum fekk boðini.

SÍ EISINI Føroyar hildnar uttanfyri

Hetta er brot á Fámjinsskjalið frá 2005, sum sigur, at í uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum málum, sum hava týdning fyri Føroyar, eiga Føroyar at vera við í avgerðunum og hava ávirkan saman við Danmark.

Talan skal vera um veruliga ávirkan, so londini eru javnsett í felagsmálum. Tað hendi ikki, tá Danmark herdi bardagan móti IS.

Skjalið hevur prinsipiellan týdning

Talan var hvørki um "ægte medinddragelse og medindflydelse," sum tað stendur í Fámjinsskjalinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í brævi til danska starvsfelagan Kristian Jensen.

Landsstýrið viðgongur, at Fámjinsskjalið er ikki nøkur lóg, men ein ætlanaryvirlýsing, men skjalið er kortini av so stórum prinsipiellum týdningi, at tað vigar nógv í viðurskiftunum millum danskar og føroyskar myndugleikar, sigur Poul Michelsen.

Poul Michelsen, sum ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um málið, mælir til, at danska stjórnin ráðførir seg við landsstýrið, áðrenn avgjørt verður at fara í kríggj.

SÍ EISINI Uttanríkispolitiska heimildarlógin má broytast

Føroyingar eiga at fáa møguleika at taka støðu til ætlanina hjá stjórnini. Fær landsstýrið ikki tann møguleikan, eigur landsstýrið ongan lut í donsku avgerðini og hevur heldur ikki medábyrgd.

Tá stjórnin ella tey sameindu hjá Danmark ætla at fremja trygdarpolitisk tiltøk í Føroyum ella í grannalagnum hjá Føroyum, eigur landsstýrið at fáa avgerandi ávirkan og eigur saman við donsku stjórnini at góðkenna hernaðarlig stig á okkara leiðum.

Hernaðarligt virksemi eigur bara at vera, um føroyskir myndugleikar hava góðkent tað. Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, kemur til Føroya í september. Poul Michelsen mælir til, at Fámjinsskjalið verður viðgjørt á tí fundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109