Landið spart 21,2 milliónir krónur

Landið spart 21,2 milliónir krónur
Tað er bíligari fyri landskassan, nú grundupphæddin í fólkapensjónini er minkað, og útreiðslan varð flutt yvir í Samhaldsfasta
 
05.07.2016 - 13:52

Landskassin sparir góðar 4,2 milliónir um mánaðin, nú grundupphæddin í fólkapensjónini er minkað, og útreiðslan varð flutt yvir í Samhaldsfasta, sum hækkaði sítt útgjald.

Løgtingsmaður, sum spurdi um grundupphæddina, fekk ymisk tøl frá tveimum aðalráðum. Landskassin hevur spart 21,2 milliónir krónur higartil í ár, tí grundupphæddin í fólkapensjónini minkaði.

SÍ EISINI Minni útgoldið í pensjónum

Ein løgtingsmaður fekk tó ikki sama talið, tá hann spurdi landsstýrið um grundupphæddina. Annað svarið sigur 6,4 milliónir spardar, í hinum er sparingin 17 milliónir krónur.

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spurdi tvær landsstýriskvinnur um broytingarnar í inntøkunum hjá fólkapensjónistum.

Tá samgongan samtykti at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini og hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta í staðin fyri, segði landsstýrið, at landskassin fór at spara 42 milliónir krónur í fólkapensjón í ár.

SÍ EISINI Pensjónistar: Grundupphæddin skal ikki hækka

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, svaraði Bjørn Kalsø fyrst í juni, at 17 milliónir krónur minni eru goldnar í grundupphæddini í fyrra hálvári.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, svarar ein mánað seinni, at 6,4 milliónir krónur minni eru goldnar til 1. juli.

Men svarið úr Fíggjarmálaráðnum er fyri alt fyrra hálvárið. Lækkingin í grundupphæddini kom ikki í gildi fyrr enn 1. februar í ár.

SÍ EISINI Meira útgoldið úr Samhaldsfasta

Fólkapensjónin verður goldin forút, so tær 17 milliónirnar í svarinum hjá Eyðgunn Samuelsen eru spardar í februar, mars, apríl og mai.

Fólkapensjónin fyri juli er ikki við, tí svarið hjá Almannamálaráðið er skrivað fyrst í juni. Men sparingin er 4,24 milliónir krónur hvønn mánað.

So taka vit juli við, eru góðar 21 milliónir krónur spardar í grunduppæddini í fólkapensjónini higartil í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109