Vøksturin heldur fram við sama lag

Vøksturin heldur fram við sama lag
Vøksturin í bilasøluni í Føroyum heldur fram, sum hann hevur gjørt. Tað er greitt, nú tølini hjá Akstovuni fyrra hálvár 2016 eru gjørd upp
 
01.07.2016 - 10:32

Heldur tú, at alsamt fleiri nýggir persónbilar koyra á teimum føroysku vegunum enn fyrr, so hevur tú helst eisini rætt í tí.

Fyrra hálvár 2016 vórðu skrásettir 15,9 prosent fleiri nýggir persónbilar enn sama tíðarskeið í 2015, vísa seinastu tølini hjá Akstovuni.

1.115 nýggir persónbilar vórðu skrásettir fyrra hálvár. Í 2015 var talið 962. Sostatt eru 153 fleiri persónbilar skrásettir fyrra hálvár í ár enn í 2015.

Ikki vøkstur allastaðni

Hóast alsamt fleiri persónbilar verða seldir í Føroyum, so er tó ein ávís minking at hóma onkrastaðni í nýggjastu hagtølunum hjá Akstovuni.

Færri motorsúkklur vórðu skrásettar fyrra hálvár enn í fjør. Minkingin svarar til 14,29 prosent, vísir dagførda yvirlitið.

Tað vórðu eisini færri kampingvognar skrásettir fyrra hálvár enn í fjør. Hinvegin vórðu fleiri kampingbilar skrásettir í Føroyum, sambært Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946