- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava peningin í Búskapargrunnin
Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag í hoyringarskrivi til Fíggjarmálaráðið, sum ætlar at broyta lógina um Búskapargrunnin.
Fíggjarmálaráðið ætlar ikki í hesum umfarinum at fara aftur til gomlu ásetinginga um, at eisini tilfeingisgjøld skulu í grunnin. Fyrr segði lógin, at tilfeingisgjøld, til dømis av kolvetni, fiski, aliøkjum og jørð skuldu í Búskapargrunnin.
Kom hetta aftur í lógina nú, hevði tað gjørt, at inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum og loyvisgjøldum ikki longur høvdu farið beinleiðis í fíggjarlógina til rakstur
Inntøkurnar høvdu í staðin partvíst endað sum ein uppsparing, soleiðis sum upprunaliga endamálið við Búskapargrunninum var, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.