- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera rentustuðulin til embætisbústaðir
Prestar og onnur, sum fáa álagt at búgva í øðrum húsum enn sínum egnu, hava ikki rætt til at fáa rentustuðul til lánini í húsunum, sum tey eiga, tí tey búgva ikki í teimum, vísti Annita á Fríðriksmørk á.
Kristina Háfoss svarar, at Prestafelag Føroya hevur nýliga gjørt vart við málið. Landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur kunnað Prestafelagið um, at hon heldur hetta er ein óheppin støða.
Málið verður viðgjørt í landsstýrinum í komandi tingsetu, sigur Kristina Háfoss. Í svarinum sigur Kristina Háfoss, at rentustuðulin er á leið ein fimtingur av tí, sum eini sethús kosta.
Er til dømis talan um eitt annuitetslán, sum verður afturgoldið yvir 30 ár, er rentustuðulin 200.000 kr, um húsini kosta eina millión, og 400.000 kr., tá húsini kosta tvær milliónir krónur.